Í kvøld, týskvøldið, 2. desembur, vísa vit spennandi dystin í HM-endaspælinum millum Føroyar og Týskland.Føroysku hondbóltskvinnurnar gjørdu tað bragd at vinna á Spaniu og síðani eisini á
Um tiltakið
Í kvøld, týskvøldið, 2. desembur, vísa vit spennandi dystin í HM-endaspælinum millum Føroyar og Týskland. Føroysku hondbóltskvinnurnar gjørdu tað bragd at vinna á Spaniu og síðani eisini á Paraguai, og hava 2 stig við í miðumfarið, og fyrsta mótstøðuliðið verður Týskland. Dysturin verður leiktur í Westfalenhalle í Dortmund. Dysturin byrjar kl. 20:30 danska tíð og dyrnar lata upp kl. 20:00 – júst sum áhugaverda tiltakið “Seinna helvt av lívinum: Frá ego til sál” hjá Duritu Holm er av í Føroyahúsinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði til fyrilesturin við Duritu Holm kl. 18:00 og til hondbóltsdystin Týskland – Føroyar kl. 20:30