Keyp heim við
Í lítla handli okkara í kaféini, selja vit ymiskar fiskavørur frá Norðfrá:
- Turran fisk 300 g
- Raspað flak 1000 g
- Knettir 750 g
- Frikadellur 750 g
Vit selja eisini m.a. skipskeks, sjokolátu frá Cadbury’s og føroyskar øl og
eitt lítið úrval av føroyskum rúsdrekka.
Handilin er opin, tá húsið er opið.
Hevur tú tørv á hølum til títt tiltak?
Skulu tit hava skeið, fund ella annað, so er Føroyahúsið sera væl egnað til endamálið. Vit liggja einans 5 min frá høvuðsjarnbreytini, frá bussi, toki og metro.
Fundarhølið hevur alla vanliga AV-útgerð, og pláss er fyri 10-40 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.
Í stovuhæddini er ein stórur og rúmligur salur á 178 m2. Salurin er væl hóskandi til veitslur, brúdleyp, konsertir og onnur størri tiltøk. Salurin hevur alla vanliga AVútgerð, og pláss er fyri 130-150 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.
