Bindikafé í Føroyahúsinum
Hesin áhugabólkur er ætlaður føroyskum kvinnum búsitandi í og uttanfyri Keypmannahavn.
Vit møtast til bindihugnað á leið einaferð um mánaðin, í samstarvi við Føroyahúsið.
Vit binda og samskifta um binding, halda okkum dagførdar um hvat rørist innan binding, hjálpa, um vit kunnu, um trupulleiki er við eini uppskrift o.a.
Uppskot til íblástur eru vælkomin.
Upplýsing við dagfesting o.ø:
Facebook: Bindikafé í Føroyahúsinum
Lýst verður eisini á Facebook síðuni hjá Føroyahúsinum og her á heimasíðuni.
Øll eru vælkomin til eitt hugnaligt kvøld í bindikaféini.
Ábyrgd
Asley Højgaard:
Tel. +45 20 75 47 67
asley.h@live.dk
