Hølini
Skulu tit hava skeið, fund ella annað, so er Føroyahúsið sera væl egnað til hetta endamálið. Vit liggja einans 5 min frá Høvuðsjarnbreytini, frá bussi, toki og metro.
Fundarhølið
Á fyrstu hædd í Føroyahúsinum er eitt rúmligt og ljóst fundarhøli, ið er væl egnað til fundir, fyrilestrar og undirvísing. Rúmið kann eisini deilast í tvey minni hølir, umtørvur er á tí. Her eru góð ljóskor, sniðgivið til bæði arbeiði og samskifti.
Fundarhølið er 104,5 m2 og kann deilast í tvey – 76 m2 og 28,5 m2.
Borð og stólar kunnu flytast eftir tørvi.
Vit bjóða middegismálar, lættar rættir til móttøkur, sjálvtøkuborð og matskráir við fleiri rættum til størri tiltøk.
Send fyrispurning til info@fohus.dk ella á telefon +45 31 17 48 68
Útgerð og hentleikar
- Borð og stólar
- Ljósvarpari
- Lørift
- Leingingarleidningar
- Rúmdeilari
- Wifi
Salurin
Á stovuhæddini er ein stórur og rúmligur salur á 178 m2. Salurin er væl hóskandi til veitslur, brúdleyp, konsertir og onnur størri tiltøk. Rúmið hevur góða ljósútgerð, ljóðútgerð, pall, borð og stólar. Alt kann pakkast flytast/beinast burtur eftir egnum tørvi. Pláss er upp til 130 sitandi gestum.
Við inngongdina er klædnagoymsla og 5 vesi umframt vanførisvesi. Ein stórur køkur á 34 m2 er knýttur at salinum við øllum køkshentleikum. Til ber at bíleggja mat frá Føroyahúsinum ella at leiga køkin til egið brúk.
Vit bjóða middegismálar, lættar rættir til móttøkur, sjálvtøkuborð og matskráir við fleiri rættum til størri tiltøk.
Send fyrispurning til info@fohus.dk ella á telefon +45 31 17 48 68
Útgerð og hentleikar
- Borð og stólar
- Ljósvarpari
- Lørift
- Bar
- AV-útgerð
- Wifi
