Vitjanarvinur
Føroyahúsið hjálpir við at knýta samband millum føroyingar, ið vilja hava felagsskap, samveru og nýggj vinaløg.
Sum vitjanarvinur ber til at ganga ein túr, hittast til ein drekkamunn, gera mat saman ella bara tosa sindur av føroyskum.
Vilt tú vera vitjanarvinur, ella fáa ein vitjanarvin?
Set teg í samband við Føroyahúsið, og vit hjálpa tær.
info@fohus.dk
(+45) 31 17 48 68
Hevur tú tørv á hølum til títt tiltak?
Skulu tit hava skeið, fund ella annað, so er Føroyahúsið sera væl egnað til endamálið. Vit liggja einans 5 min frá høvuðsjarnbreytini, frá bussi, toki og metro.
Fundarhølið hevur alla vanliga AV-útgerð, og pláss er fyri 10-40 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.
Í stovuhæddini er ein stórur og rúmligur salur á 178 m2. Salurin er væl hóskandi til veitslur, brúdleyp, konsertir og onnur størri tiltøk. Salurin hevur alla vanliga AVútgerð, og pláss er fyri 130-150 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.
