Skeið í føroyskum
Skeið í føroyskum í Føroyahúsinum 2026/2027
– Undervisning i færøsk 2026/2027
Í heyst verður aftur gjørligt at tekna seg til skeið í føroyskum fyri vaksin. Talan verður um trý ymisk skeið.
Fyrsta skeiðið er føroyskt á byrjanarstøði, annað skeiðið er eitt framhald av fyrsta skeiðnum og triðja er serliga ætlað teimum, ið longu duga føroyskt og hava gingið í føroyska fólkaskúlanum.
Danskt/føroyskt – Føroyskt á byrjanarstøði
Føroyskt á byrjanarstøði, danskt/føroyskt, er skeið ætlað teimum, ið ynskja at fáa eitt innlit í føroyskt og at læra føroysk orð, setningar og úttalu.
Dentur verður lagdur á grundleggjandi føroyskt, so sum stavraðið, tølini, úttaluna, navnorð og sagnorð, at lesa og skilja styttri og longri setningar, søguna og nýggjari føroysk orð.
Tekna teg til eitt livandi og hugnaligt skeið átta mikudagar í heyst.
Skeiðið byrjar mikudag, 28. oktobur og verður mikukvøld frá kl. 18:00 – 20:00
Frálæran verður hesar mikudagar:
28. oktobur
04. novembur
11. novembur
18. novembur
25. novembur
02. desembur
09. desembur
16. desembur
Luttakaragjaldið er kr. 1.500,- tá er tilfar íroknað.
Tekna teg á info@fohus.dk í seinasta lagi 7. oktobur 2026
Ella send eini smsboð á fartelefon: +45 31 17 48 68
Eisini ber til at tekna seg í Føroyahúsinum.
Selma Ellingsgaard stendur fyri frálæruni.
Framhaldsskeið danskt/føroyskt
Á framhaldsskeiðnum danskt/føroyskt verður dentur lagdur á at lesa í felag, á úttaluna, at samskifta á føroyskum bæði í felag og í smærri bólkum og eisini nakað av mállæru.
Tekna teg til eitt livandi og hugnaligt skeið átta mikudagar í vetur.
Skeiðið byrjar mikudag, 13. januar og verður mikukvøld frá kl. 18:00 – 20:00
Frálæran verður hesar mikudagar:
13. januar
20. januar
27. januar
03. februar
10. februar
17. februar
24. februar
03. mars
Luttakaragjaldið er kr. 1.500,- tá er tilfar íroknað.
Tekna teg á info@fohus.dk í seinasta lagi 7. oktobur 2026
Ella send eini smsboð á fartelefon: +45 31 17 48 68
Eisini ber til at tekna seg í Føroyahúsinum.
Selma Ellingsgaard stendur fyri frálæruni.
Føroyskt/føroyskt
Á føroyskt/føroyskt skeiðnum taka vit millum annað afturíaftur føroysku mállæruna og umrøða bæði eldri og nýggjari føroysk orð og hugtøk.
So hevur tú hug at gerast stinn/ari í føroyskum, og fáa betri innlit í okkara móðurmál, tekna teg til eitt livandi og hugnaligt skeið í føroyskum seks mikudagar til várs.
Skeiðið byrjar 10. mars og verður mikukvøld frá kl. 18:00 – 20:00
Frálæran verður hesar mikudagar:
10. mars
17. mars
24. mars
31. mars
07. apríl
14. apríl
21. apríl
Luttakaragjaldið er kr. 1.200,- Tá er tilfar íroknað.
Tekna teg á info@fohus.dk í seinasta lagi 7. oktobur 2026
ella send eini smsboð á fartelefon: +45 31 17 48 68
Eisini ber til at tekna seg í Føroyahúsinum.
Selma Ellingsgaard stendur fyri frálæruni.
Hevur tú tørv á hølum til títt tiltak?
Skulu tit hava skeið, fund ella annað, so er Føroyahúsið sera væl egnað til endamálið. Vit liggja einans 5 min frá høvuðsjarnbreytini, frá bussi, toki og metro.
Fundarhølið hevur alla vanliga AV-útgerð, og pláss er fyri 10-40 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.
Í stovuhæddini er ein stórur og rúmligur salur á 178 m2. Salurin er væl hóskandi til veitslur, brúdleyp, konsertir og onnur størri tiltøk. Salurin hevur alla vanliga AVútgerð, og pláss er fyri 130-150 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.
