The Green Festival
03des17:0020:00The Green Festival
Um tiltakið
Stuðulstiltak í Føroyahúsinum til frama fyri Julehjælpen.dk. Vit vilja bjóða tykkum til eitt hugnaligt stuðulstiltak, sum the green festival stendur fyri 3. desembur fra kl. 17:00
Um tiltakið
Stuðulstiltak í Føroyahúsinum til frama fyri Julehjælpen.dk.
Vit vilja bjóða tykkum til eitt hugnaligt stuðulstiltak, sum the green festival stendur fyri 3. desembur fra kl. 17:00 – 20:00 í Føroyahúsinum.
Stuðulstiltakið er skipað sum eitt hugnaligt kvøld, og allur peningurin fer óskerdur til Julehjælpen.dk, ið ger eitt stórt og týdningarmikið arbeiði fyri útsettar familjur hesa ársins tíð.
Kvøldið bjóðar m.a.:
– Loppumarknað
– Fýra skapandi verkstovur
– Sølu av kaffi, te og køkum
– Tombola
Atgongumerkini kosta 25kr. og kunnu keypast við dyrnar. Tað ber eisini til at keypa atgongumerki á Instagram vanganum hjá Thegreenfestival.cph
Um okkum:
Vit eru ein bólkur av lesandi á breytini tænastu – og upplivingarøkonomi á Campus Søerne í Keypmannahavn. Vit hava valt at skipa fyri hesum stuðulstiltaki, til frama fyri Julehjælpen.dk, tí vit ynskja at nýta okkara útbúgving og orku til at skapa eina uppliving, ið bæði er hugnalig fyri tykkum, og samstundis ger ein veruligan mun fyri familjur, sum hava tað trupult undan jólum.
Við hesum kvøldinum vóna vit at kunna savna fólk, felagsskap og góðan hýr í Føroyahúsinum, og samstundis savna stuðul til eitt arbeiði, ið veruliga hjálpir, har tørvurin er størstur.
Vit gleða okuum at síggja tykkum til eitt hjartaligt og jólahugnaligt desemburkvøld, har felagsskapur og umsorgan eru í miðdeplinum.
Við blíðari heilsan
Gudrun, Sebastian, Caroline, Julie og Anna

Tíð
03/12/2025 17:00 - 20:00(GMT+01:00)
