SEINNA HELVT AV LÍVINUM: FRÁ EGO TIL SÁL

02des17:0020:00SEINNA HELVT AV LÍVINUM: FRÁ EGO TIL SÁL

Um tiltakið

Við Duritu Holm

Kom við til eina hugvekjandi framløgu í Føroyahúsinum við Duritu Holm um ferðina inn í seinnu helvt av lívinum.

Týsdagin, 2. desembur 2025, kl. 18:00
Dyrnar lata upp kl. 17:00
Kostnaður 100 krónur
Tilmelding: info@fohus.dk ella á tel. (+45) 31 17 48 68
Avmarkað pláss

Við støði í millum øðrum Carl Jung fara vit at kanna, hvussu seinna lívshálva kann gerast ein tíð við djúpari meining, persónligum vøkstri og merkt av einum skifti frá egodrivnum og praktískum málum til eitt lív, har meira fokus er á eitt innihaldsríkt sálarlív.
Hetta er eitt upplagt høvi fyri øll, sum eru forvitin og gjarna vilja hava íblástur til, hvussu tey kunnu hugsa um seinnu lívshálvuna, har virðir, prioriteringar og hvat mann vil hava burturúr lívinum ofta broytist.

Durita Holm er kanska fyrst og fremst kend fyri at hava siglt kring heimin í egnum seglbáti sum ung. Hon hevur eisini skrivað fleiri bøkur, bæði skaldsøgur og fakligar bøkur, og hevur seinastu árini arbeitt sum leiðari innan coaching. Harumframt hevur hon hildið mong retreat um ymisk evnir viðvíkjandi persónligari menning.

Vit gleða okkum til at bjóða tykkum vælkomin til eina hugvekjandi løtu!

Tíð

02/12/2025 17:00 - 20:00(GMT+01:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *