Traditionen tro, verður ræstkjøtsveitsla aftur í Føroyahúsinum annað jólakvøld.Vit ynskja at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum til árligu ræstkjøtsveitsluna í Føroyahúsinum, 26. desembur 2025
Um tiltakið
Traditionen tro, verður ræstkjøtsveitsla aftur í Føroyahúsinum annað jólakvøld. Vit ynskja at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum til árligu ræstkjøtsveitsluna í Føroyahúsinum, 26. desembur 2025
Skráin sermerkta kvøldið er ræst kjøt og súpan, durasnapsur, jólabryggj, gott omaná og dansur og sangur við Jóhan í Kollafirði.
DYRNAR LATA UPP: Kl. 17:00 KOSTNAÐUR: 500 krónur TILMELDING: Atgongumerki fáast til keyps í Føroyahúsinum ella skriva til info@fohus.dk GJALDFREIST: Fríggjakvøldið, 12. desembur 2025 AVMARKAÐ PLÁSS
———————–
SJÁLVBOÐIN STARVSFÓLK 2. JÓLAKVØLD Í samband við ræstkjøtsveitsluna, hava vit tørv á fólki, ið hava hug og møguleika at hjálpa til nakrar tímar hetta kvøldið við servering, uppvaski, avrudding, duravarðaarbeiðið, v.m.
Lønin er góður matur, hugni og tónleikur hetta kvøldið, umframt at tit verða boðin í frálíkt kokkagildi í nýggja árinum, sum tøkk fyri dyggu hjálpina, tit fittu og røsku sjálvbodnu veita Føroyahúsinum.
Skriva til info@fohus.dk ella ring á +45 31 17 48 68 um tú hevur hug at gerast ein partur av kvøldinum og viðvíkjandi nærri kunning.