Fríggjakvøldið, 27. mars kl. 21:00 er pubbkviss aftur á skránni.
Dyrnar lata upp kl. 20:00
Selma Ellingsgaard er kvissvertinna hetta kvøldið, og stendur fyri hugfloygdu, stuttligu og fjøltáttaðu spurningunum, ið bjóða vitan tíni um m.a. politikk, ítrótt, tónleik, mentan og landalæru av.
Øll eru so hjartaliga vælkomin og vit gleða okkum at síggja tykkum! 
– Til tykkara kunnleika, hava vit føroysk bløð umframt fleiri ymisk borðspøl at stytta sær stundir við.
Internetið er gott, so tað er eisini lag á manni hjá lesandi at sita og arbeiða í hugnaligu hølunum, tá kaffistovan er opin.
Kaffistovan er opin mána- og fríggjadagar frá kl. 13:00 – 17:00