Fríggjakvøldið, 30. januar kl. 21:00 er ársins fyrsta pubbkviss á skránni.
Dyrnar lata upp kl. 20:00
Selma Ellingsgaard er kvissvertinna hetta kvøldið, og stendur fyri hugfloygdu, stuttligu og fjøltáttaðu spurningunum, ið bjóða vitan tíni um m.a. politikk, ítrótt, tónleik, mentan og landalæru av.
Øll eru so hjartaliga vælkomin og vit gleða okkum at síggja tykkum! 
– Til tykkara kunnleika, so hava vit fleiri borðspøl og eisini føroysk bløð at stytta sær stundir við.
Internetið er gott, so tað er eisini lag á manni hjá lesandi at sita og arbeiða í hugnaligu hølunum, tá kaffistovan er opin.
Og er hon opin mána- og fríggjadagar frá kl. 13:00 – 17:00