Mentanarnáttin

10okt(okt 10)13:0011(okt 11)2:00Mentanarnáttin

Um tiltakið

Mentanarnáttin fríggjakvøldið 10. okt. 2025 í Føroyahúsinum

Føroysk mentan í danska høvuðsstaðnum.

Øll er hjartaliga vælkomin á gátt at njóta mentanarnáttina í Føroyahúsinum – mentanarpass ei neyðugt til okkara skrá.

Kl. 13:00 Kaffistova við ymiskum góðum

Kl. 18:00 Føroysk fiskasúpan

Kl. 19:00 Konsert við Stanley Samuelsen

Kl. 20:30 Húsakórið syngur

Kl. 21:00 Konsert við Bjork.L

Kl. 21:30 Almennur føroyskur dansur við Fótatraðk

Kl. 22:00 Góður felagssangur, Kjartan Torbensson syngur fyri og Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy á harmoniku

Kl. 23:00 Peddaba diskar føroyskar landaplágur

Opið er til umleið kl. 02:00

STANLEY SAMUELSEN:
Við síni serstøku, kendu og vøkru rødd og sínum framúrskarandi gittarspæli, fer Stanley Samuelsen á pall í Føroyahúsinum, sum solistur við gittara og sangi at geva áhoyrarunum eina intima konsert.
Stanley telist millum allarfremstu føroysku tónleikarar og hevur stóran fjepparaskara.
Føddur í 1951 og uppvaksin í heimbygdini Fuglafirði, flutti dugnaligi guitarspælarin og sangarin til Danmarkar og hevur nú búð niðri í 55 ár.
Stanley hevur framført á óteljandi pallum í mongum londum og givið út fleiri plátur.
Okkara trubadurur og vísu- og fólkasangari hevur skrivað góðar tekstir og tulkað mangar yrkingar eftir stór skøld og smíðað løg til.
Stanley fekk gávu og listavirðisløn Miðlahúsins í 2008.
Longu sum 13 ára gamal spældi Stanley til dans við popp- og rokkbólkinum Silly Boys, sum í 1970 vann størstu føroysku tónleikakappingina í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Tíverri fekk Stanley staðfest Alzheimers fyri nøkrum árum síðani og tað merkir m.a. at hann best fær verið til staðar í sjálvari løtuni.

Stanley sigur: “At vera til staðar í tónleikinum og sanginum liggur so djúpt í mær, at eg haldi á so leingi sum gjørligt, so leingi eg kann, og so leingi, nakar vil lurta.”
Í oktobur í ár gevur Stanley, við hjálp frá góðum starvsfeløgum, út bæði nýggja LP, fløgu og eina nýggja bók um lív sítt.

BJORK.L:
Úr Føroya brattlendi, harðrendum ódnum og døkku, endaleysu vetrum, trínur 25-ára gamla Bjørk Sigurdsdóttir fyri fyrstu ferð á pall undir heitinum Bjork.L.
Gjøgnum tónleikin roynir Bjørk at seta orð og tónar á tvístøðunar millum at ganga egnar leiðir og samstundis ganga ytru krøvunum á møti. Hetta hoyrist eisini á løgunum, sum hon fer at framføra fríggjakvøldið 10. oktober – løg sum javnviga millum eymleika, styrki og vón.
Kom og uppliv eitt listafólk, ið stendur á gátt jarðarinnar – og bjóðar tær innar í ein heim av stormi, langtan og endurloysing.

Kunning:
– Í Føroyahúsinum kanst tú njóta ella keypa heim við tær:
Føroya Bjór øl, skipskeks, turran fisk, flak, knettir, fiskafrikadellur, Ty•Phoo tea, enska sjokulátu og ymiskt annað.
– Avlamislyfta og avlamisvesi eru til taks.
– Kaféin er opin: Mánadag og fríggjadag frá kl. 13:00 til 17:00

Kulturnatten.dk skriver: https://kulturnatten.dk/arrangementer/kultur-fra-faeroeerne/

Tíð

10/10/2025 13:00 - 11/10/2025 2:00(GMT+02:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *