Kvinnufelagið nýggjársmóttøku

29jan17:3022:00Kvinnufelagið nýggjársmóttøku

Um tiltakið

Kvinnufelagið bjóðar til eitt hugnaligt kvinnukvøld 29. januar í Føroyahúsinum, har fokus verður sett á heilsu & yndi – innan og uttan.
Vit fara at hoyra, hvussu innara javnvág, tankar og kenslur hanga saman við uttaru heilsu, húð og yndi.
Ein kvøldarstund við íblástri, nærveru, góðum samskifti og heilsugóðari menu – har tú kanst geva tær sjálvari tíð og orku, nú nýtt ár byrjar.

Program:
17.30: Dyrnar lata upp
18.00: Vælkomin
18.15: Borðreitt verður við lekrari og heilsugóðari menu
19.00: Tann innara heilsan – hvussu vit hugsa og kenna v/ Tordis Fagranes.
Innara heilsan snýr seg um okkara hugsunarhátt, kenslur og sálarliga javnvág. Hvussu vit hugsa um okkum sjálvi og lívið ávirkar bæði okkara trivnað og kropsligu heilsu.
19.30: Kaffi og okkurt gott afturvið
20.00: Framløga: Uttara heilsan – húðrøkt í gerandisdegnum v/Asloy Winther frá Bodyshop
Ein framløga um hví reinsan er so týðingarmikil fyri húðina, hvussu tú røktar húðina rætt í gerandisdegnum, og hvussu tú nýtir andlitsolju og røktarvørur á ein mildan og skynsaman hátt.
Eisini verður dentur lagdur á áførslutøkni og lætta uppstrammandi andlitsmassagu.
Asloy fer eisini at hava onkur góð tilboð við til okkum hetta kvøldið.

Kostnaður fyri limir: kr. 200,-
Kostnaður fyri onnur: kr. 275,-

Barrin er sum vanligt opin meðan tiltakið er – og her fæst gott vín, boblir, øl og sodavatn.
Tekning í seinasta lagi 21. januar á kvinnufelag@gmail.com
Flyt til: Reg. 4190 – Konto 1069608 ella MobilePay: 956941
Tilmelding er bindandi, tá tú hevur goldið.

Kvinnufelagið gleðir seg til eitt gott og hugnaligt kvøld saman við tykkum

Tíð

29/01/2026 17:30 - 22:00(GMT+01:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *