Konsert: Lena Anderssen

28mai20:0023:59Konsert: Lena Anderssen

Um tiltakið

Lena Anderssen loksins aftur í Keypmannahavn!
Tað er okkum ein gleði at kunngera, at hóskvøldið 28. mai traðkar føroyska songkvinnan Lena Anderssen á pall í Føroyahúsinum til eina konsert, sum verður hennara fyrsta í danska høvuðsstaðnum í fimm ár.

Henda konsertin verður tann síðsta í eini røð av konsertum í Danmark – og tann einasta á Sælandi á hesum sinni.
Við sær hevur Lena sín dygga bólk, sum umframt mann hennara Niclas Johannesen á guitar, eisini telur Jóhannus á Rógvu Joensen á bass og Jósva Debes á trummum. Við sær at standa fyri ljóðinum er somuleiðis Alexander Gaard.

Nýggj føroysk løg:
Lena hevur gjøgnum árini framført nógv í Danmark og eitt nú hava tvær av hennara útgávum verið “ugens album” á P4. Seinasta árið hevur hon útgivið trý føroysk løg, sum eru partur av hennara fyrstu føroyskt mæltu útgávu, ið kemur út seinni í ár. Lagið “Dugir Tú At Tosa Føroyskt” er sera nógv spælt og fríggjadagin 3. apríl kom lagið “Mín Sál Er Í Góðum Hondum” út.

Umframt føroysku løgini, fara Lena og bólkur hennara eisini at framføra sangir úr hennara stóra sangskríni; eitt nú frá hennara seinastu ensk mæltu útgávu “State of the Land”, sum var upptikin í USA við mæta enska ljóðmanninum Geoff Emerick. Fleiri av hesum løgum hava verið spæld á útvarpsstøðum uttanlands, teirra millum BBC í Bretlandi, har Lena eisini hevur verið “Artist of the Week” á BBC Ulster.

Framførslurnar hjá Lenu spenna vítt, og hon dregur lurtaran inn til sín við frásøgu og nærveru. Gleðið tykkum til eitt kvøld í Føroyahúsinum, har tit kunnu lena tykkum aftur á og lurta eftir føroyskum tónum á høgum støði.

Tíð

28/05/2026 20:00 - 23:59(GMT+02:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *