Sum siðvenja er í Føroyahúsinum dansa vit aftur í ár um jólatræið og senda jólaheilsanir heim til Føroya.Hugnaliga haldið verður fyrsta sunnudag í advent,
Um tiltakið
Sum siðvenja er í Føroyahúsinum dansa vit aftur í ár um jólatræið og senda jólaheilsanir heim til Føroya. Hugnaliga haldið verður fyrsta sunnudag í advent, 30. novembur, kl. 15:00 Vit syngja jólasangir, Borgny Brünings-Hansen, prestur, lesur søgu, vit dansa um jólatræið og børnini fáa pakkar frá Føroyahúsnissuni. Kaffistovan selur gløgg, kaffi, te, rísalamang o.a. Tiltakið er ókeypis. Vit gleða okkum at síggja teg og tíni, bæði børn og vaksin