Í EYGNAHÆDD VIÐ LISTINA

04des18:0021:00Í EYGNAHÆDD VIÐ LISTINA

Um tiltakið

Í samstarvi við Bindikaféina bjóðar Føroyska Listafelagið til eitt áhugavert og hugnaligt kvøld í Føroyahúsinum, 4.desembur kl. 18:00
Kinna Poulsen heldur fyrilestur um bókina “Í Eygnahædd – Um samtíðarlist í Føroyum í 21.øld” og um ríka listaliga jørðildið, bókin er sprottin úr.
Bókin er bygd á tær eygleiðingar, Kinna hevur gjørt sær sum ummælari og seinni eisini sum kuratorur.
M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir varð í ár latin Kinnu Poulsen fyri bókina.
Framløgan varir ein tíma íroknað spurningar frá áhoyrarum.

Listafelagið bjóðar okkurt til matna og eitt glas av víni áðrenn framløguna, meðan Bindikaféin bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið aftaná.
Tiltakið er ókeypis.

Vælkomin í Føroyahúsið 4. desembur kl.18:00

Vinaliga

Føroyska Listafelagið og Bindikaféin í Føroyahúsinum

Tíð

04/12/2025 18:00 - 21:00(GMT+00:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *