Fótatraðk dansiveitslu

25okt(okt 25)18:0026(okt 26)3:00Fótatraðk dansiveitslu

Um tiltakið

Ársins dansiveitsla í Danmark, verður hesaferð í Kongsins Keypmannahavn.

Veitslan verður hildin í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A, sum er eitt hanagleiv frá Høvuðsjarnbreytarstøðini.

Skrá:
kl 18:00: Dyrnar lata upp, og durasnapsur verður skonktur
kl 19:00: Farið verður til borðs, og borðreitt verður við fiskasuppu.
– Undir borðhaldinum verður felagssangur og okkara trúgvu musikantar spæla undir.
kl 22:00: Verður farið uppá gólv.

Hvørt felag fær høvi at seta eitt kvæði á skránna.
Eftir tað er orðið frítt.
Okkara kæru vinir í Føroyahúsinum standa innan fyri barrina.
Meldið til umvegis tykkara dansifelag:
Aalborg: Dansifelagið Magnus Heinason
Aarhus: Dansifelagið Ólivant
Odense: Dansifelagið Miðgarðsormurin
Keypmannahavn: Dansifelagið Fótatraðk
Luttøkugjaldið er 125 kr.

Tíð

25/10/2025 18:00 - 26/10/2025 3:00(GMT+02:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *