Føstudansur

14feb(feb 14)18:0015(feb 15)3:00Føstudansur

Um tiltakið

Dansifelagið Fótatraðk bjóðar til almennan føstudans, og lýsir kvøldið soleiðis:
Nú stundar aftur til føstulávint.
Í Føroyum er siður at sokallaðar føstulávintsbygdir bjóða til dans undan føstulávint. Føroyahúsið brandar seg sum hugnalistu bygd í Keypmannahavn, og nú krýna vit hana eisini føstulávintsbygd.
Ikki nokk við, at vit bjóða til føstudans, so bjóða vit eisini til valentines dans í sama smekki!
Vit bjóða føroyingum og føroyavinum á flatlondum til almennan dans í Føroyahúsinum 14. februar.
Dyrnar lata upp kl. 18:00
Atgongd: 100 kr. (aftaná kl 21:00)
Kalt borð + felagssangur: 200 kr. (atgongumerkið íroknað)
Vit bjóða durasnaps og snaps undir borðhaldinum og í sjálvum dansinum – so eingin fer at líða nakra neyð.
Trúgvu og drúgvu, blíðu og týðu barrvørðarnir í Føroyahúsinum standa aftanfyri barrina, so tað er ivaleyst av plássi fyri okkum frammanfyri.
Og ja… tað er ikki at aftrast at heilsa uppá tey og seta tey í sving – Tað er jú tí tey eru har.
Ætlandi byrjar dansurin kl 21:00
Vit leggja fyri við tjóðarkvæðnum – Orminum Langa.
Eftir tað er øllum frítt at skipa, so ein og hvør kann leggja til brots við einum kappakvæði ella kempuvísu.
Vit gleða okkum at síggja nógvar gestir aftur í ár – og til góðan dans!
Komið og fjálgið um okkara fremsta mentanararv, og kvøðið fornføgru kvæðini
Verið hjartaliga vælkomin!

Tíð

14/02/2026 18:00 - 15/02/2026 3:00(GMT+01:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *