Føroyska Listafelagið: Fernisering við Mariusi Olsen
25okt14:0016:00Føroyska Listafelagið: Fernisering við Mariusi Olsen
Um tiltakið
Føroyska Listafelagið gleðir seg at bjóða øllum vitjandi til eina áhugaverda og hugnaliga løtu í Føroyahúsinum, sunnudagin, 25. oktobur kl. 14:00 til 16:00Listafelagið bjóðar eitt glas og
Um tiltakið
Føroyska Listafelagið gleðir seg at bjóða øllum vitjandi til eina áhugaverda og hugnaliga løtu í Føroyahúsinum, sunnudagin, 25. oktobur kl. 14:00 til 16:00
Listafelagið bjóðar eitt glas og listamaðurin, Marius Olsen, verður eisini sjálvur til staðar.
Øll eru vælkomin.
// FO
Marius Olsen er føroyskur grafikari, sum býr og arbeiðir bæði í Føroyum og í Finnlandi.
Hann meistrar tær siðbundnu grafisku prenttøknirnar, men seinastu árini hevur hann serliga arbeitt við steinlitografi. Hann hevur egið verkstað í Orivesi í Finnlandi og arbeiðir eisini av og á sum gestalistamaður á Steinprenti í Tórshavn.
Í verkum sínum bjóðar Marius Olsen áskoðaranum at steðga á og hyggja – at myndunum, men eisini at veruleikanum – við opnum eygum og nærveru.
Í djúptøknu lýsingum sínum av náttúruni og menniskjaligum royndum leitar hann inn at sjálvum kjarnanum í tilveruni. Eitt einsamalt menniskja. Eitt einsamalt træ. Hin ótamda náttúran, sum kemur til sjóndar í fjallinum, himmalinum, mánanum og havinum.
Viðhvørt síggjast symbolsk skap og tekin – tøl, mát og onnur eyðkenni. Tey varpa ljós á munin millum at síggja heimin gjøgnum tekin og tulkingar og at møta honum opið – júst sum hann er.
Tingini koma til sjóndar, júst sum tey eru, og orðini gerast næstan óneyðug.
Myndin hevur sítt egna mál – eitt mál, sum kann skiljast við at hyggja og vera til staðar. Vit kunnu leggja leitanina eftir einari ávísari merking frá okkum og í staðin lata okkum upp fyri tí, sum myndin gevur okkum at uppliva.
// DK
Marius Olsen er en færøsk grafiker, som bor og arbejder både på Færøerne og i Finland.
Han mestrer alle de traditionelle grafiske trykteknikker. I de senere år har han hovedsageligt arbejdet med stenlitografi. Han arbejder i sit eget værksted i Orivesi i Finland og lejlighedsvis som gæstekunstner hos Steinprent i Tórshavn på Færøerne.
Marius Olsen inviterer beskueren til at betragte sine billeder – og virkeligheden – med åbne øjne og et nærværende sind.
I sine dybtgående skildringer af naturen og den menneskelige erfaring udforsker han selve kernen i tilværelsen. Et ensomt træ eller et ensomt menneske. Den utæmmede natur i form af et bjerg, himlen, månen eller havet.
Indimellem optræder symbolske former som tal og andre måleenheder. De peger på forskellen mellem at betragte verden som tegn, der skal tydes, og at møde den åbent – som det, den er.
Tingene træder frem, præcis som de er, og efterlader kun lidt plads til ord.
Billedet har sit eget sprog, som kan forstås ved at se. Man kan holde op med at lede efter betydninger og i stedet tage imod det, der kan erfares gennem selve oplevelsen.
–
Minst til at fylgja Listafelagnum á Facebook og Instagram, har felagið javnan dagførir við kunning um listafólk, framsýningar og tiltøk:
www.facebook.com/profile.php?id=100093570135418
www.instagram.com/listafelagid_dk/
Tíð
25/10/2026 14:00 - 16:00(GMT+00:00)
