Fernisering
Um tiltakið
Føroyska Listafelagið bjóðar til fernisering við Mariu Holm-Jacobsen, sunnudagin 12. apríl kl. 14:00 – 16:00 “Hvar er myndin tikin?”Tað er ofta fyrsti tankin, tá ein sær eina mynd
Um tiltakið
Føroyska Listafelagið bjóðar til fernisering við Mariu Holm-Jacobsen, sunnudagin 12. apríl kl. 14:00 – 16:00
“Hvar er myndin tikin?”
Tað er ofta fyrsti tankin, tá ein sær eina mynd av føroyska landslagnum.
Maria Holm-Jacobsen vísir við fotomyndum sínum Føroyar fram, tó tykjast motivini næstan fremmand. Tey geva okkum møguleika at síggja umhvørvið á øðrvísi hátt. Framsýningin hevur heitið ‘HER’.
“Mær dámar væl, tá fólk spyrja meg, hvat tað er, tey hyggja at. Um tað er veruligt” sigur Maria Holm-Jacobsen. “Tað merkir, at myndin flytur hugsanina um, hvar vit eru”.
Hóast vit kenna motivini aftur í framsýningini ‘HER’: skelti, hegn, húsatekjur oa., leggja myndirnar ikki upp til at vera staðbundnar. Í staðin traðka linjur og flatar fram. Snórabeinu kompositiónirnar, fáa motivini at tykjast óverulig, næstan sum kulissur. Við myndunum kemur ein ófriður á okkum. Vit kenna ikki umhvørvið aftur, og kenslan fær okkum at síggja landið við øðrum eygum.
Maria Holm-Jacobsen er 52 ára gomul og hevur nú verið búsitandi í Føroyum í góð fimm ár, har hon starvast sum samskiftisleiðari í Norðurlandahúsinum. Hon er hálvur føroyingur, hálvur dani og hevur sum barn og ung eisini búð heima í styttri tíðarskeið. Maria sigur seg altíð hava longst aftur til Føroya.
Síðan Maria Holm-Jacobsen var heilt lítil, hevur hon sleipað eitt myndatól við sær allastaðni og tikið myndir av sínum umhvørvi. Men sjálvt um Maria starvast innan list og við at miðla listina hjá øðrum, so er tað heilt nýliga, at hon byrjaði at sýna fram sínar egnu myndir. Fyrstu ferð var á Ólavsøkuframsýningini 2025.
Listafelagið gleðir seg tí sera nógv at vísa fram hugtakandi myndirnar hjá Mariu Holm-Jacobsen. Listakvinnan verður tilstaðar til ferniseringina og Listafelagið bjóðar snacks og eitt glas.
Sí meira um listakvinnuna her:
www.instagram.com/maria_desiree_holmjacobsen/
Og fylg Listafelagnum her:
www.instagram.com/listafelagid_dk/
www.facebook.com/profile.php?id=100093570135418
Tíð
12/04/2026 14:00 - 16:00(GMT+02:00)
