Lýsing um listafólkið:
Tove Midjord Jansen er fødd og uppvaksin í Havn.
I 1989 flutti Tove til Svendborg á Suðurfjóni, har hon fekk familju og enn býr.
Tove Midjord Jansen brúkar ein teknikk við stórum penslum, stuðlað av góðari akrylmáling og dygdargóðum løriftum.
Hon hevur funnið sín egna stíl við íblástri úr teirri til tíðir hørðu, tó altíð stórbæru føroysku náttúruni – tó uttan ítøkilig kend motiv ella náttúruøki.
Listaliga er Tove skúlað av m.ø. Ballen Malerskole, við Birger Møller sum undirvísara, og eisini Tórshavnar kvøldskúla.
Áður hevur hon sýnt fram á Kunst på Kajen í Faaborg, og ólavsøkuframsýningini í Müllers Pakkhúsi i Havn.
Sí meira um Tove Midjord Jansen:
www.facebook.com/profile.php?id=100087872082562
Innbjóding til fernisering á facebook:
www.facebook.com/events/825611113176056?active_tab=about
Listafelagið bjóðar eitt glas og ein munnbita til ferniseringina. Listakvinnan verður til staðar, so høvi verður eisini at fáa eitt prát um hugtakandi verk hennara.
Vit gleða okkum til aftur at samlast um listina.
Vinarliga
Nevndin í Føroyska Listafelagnum