Á veg heim? Ella søkja lestrarstarv?
19mar18:000:00Á veg heim? Ella søkja lestrarstarv?
Um tiltakið
MFS og Betri Banki skipa fyri einum kunnandi tiltaki í Føroyahúsinum, har tú fært góð ráð í sambandi við at søkja starv, kunning um skattaviðurskifti
Um tiltakið
MFS og Betri Banki skipa fyri einum kunnandi tiltaki í Føroyahúsinum, har tú fært góð ráð í sambandi við at søkja starv, kunning um skattaviðurskifti í Danmark, góð ráð um at seta búgv fyrstu ferð, umframt áhugaverda vitan um bústaðar- og arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Á skránni verður:
-Beinta Wilhelm, starvsfólkaleiðari í Betri Banka, gevur tær góð ráð í sambandi við at skriva CV og starvsumsóknir. Harumframt gevur hon tær íblástur og amboð til, hvussu tú kanst finna teg til rættis á arbeiðsmarknaðinum í einum starvi ella lestrarstarvi, sum tú trívist í.
-Bjørg Svartá og Ingrid Jensen frá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, greiða frá um skattaviðurskifti, og hvussu tú skalt gera skattin upp í Danmark, tá tú hevur eitt lestrarstarv.
-Hanna Castro, ráðgevi í Betri Banka, gevur góð ráð um, hvussu tú røkkur dreyminum at ogna tær tín fyrsta bústað, og hava eina góða fíggjarstøðu í lestrartíðini.
-Høgni Waag, ognarmeklari hjá Betri Heimi, greiðir frá um bústaðarmarknaðin í Føroyum, og gevur tær góð ráð, sum skalt seta búgv fyri fyrstu ferð.
-Niels Winther, stjóri Vinnuhúsinum, greiðir frá arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Eftir tiltakið bjóðar Betri Banki ábit.
Øll sum luttaka fáa eina goodiebag, og eru eisini við í lutakastinum um eitt gávukort á 2.000 krónur frá Atlantic Airways.
Tiltakið verður hósdagin, 19. marts 2026, kl. 18:00 í Føroyahúsinum.
Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað pláss og tí er neyðugt at melda til.
Tilmelding: https://www.betri.fo/fo/banki/tiltok/tiltak-i-kbh
Tíð
19/03/2026 18:00 - 0:00(GMT+01:00)
