Bókaframløga

08nov17:0021:00Bókaframløga

Um tiltakið

Bókin um Stanley løgd fram við sangi og tónleiki

Hálvan oktobur kemur spennandi ævisøgan hjá Stanley Samuelsen út í bók, har hann fortelur um lívið, tónleikin og tilveruna, sum nú eisini er merkt av, at hann hevur fingið Alzheimers sjúku.

Hilmar Jan Hansen, ið skrivaði ævisøguna hjá Robert Mc.Birnie fyri tveimum árum síðani, hevur enn einaferð sett seg við knappaborðið, so vit kunnu fáa nógv meira at vita um unga fuglfirðingin, ið 19 ára gamal setti kós av landinum og ikki enn er afturkomin.

Útlongsulin fekk hann at leita heimanífrá í 1970, men hann var nóg illa komin niður til Danmarkar, so gjørdist heimlongsulin ein drívmegi, ið bara vant upp á seg. Við árunum hevur alskur og longsul til føðilandið givið okkum eina perlu fyri og aðra eftir, tá ið Stanley hevur givið klassikarum nýggjan lagbúna.

Dúgliga hevur Stanley vitjað heimaftur, og serliga tey síðstu 25-30 árini hevur hann verið nógv at hoyrt við sínum frálíku tulkingum av Janusi Djurhuus og øðrum klassikarum, umframt at fleiri góðir sangir eru komnir frá Stanleysa egnu hond.

Bókin, sum bara eitur Stanley, telur 264 blaðsíður og í henni eru yvir 120 myndir. Hon fevnir um hansara lívssøgu, tónleikalív og mangt annað, ið hevur merkt hansara lívsleið. Hann byrjaði í Silly Boys, men hevur síðani spælt saman við nógvum av størstu nøvnunum í donskum tónleiki.

Leygarkvøldið 8. novembur klokkan 18:00 verður bókin løgd fram í Føroyahúsinum, har Stanley Samuelsen fer at syngja nakrar av sínum góðu sangum, og Hilmar Jan Hansen fer at greiða frá. Samstundis ber til hetta kvøldið at ogna sær bókina fyri serprís, bara 300 krónur fyri eintakið.

Dyrnar lata upp kl. 17:00

Tíð

08/11/2025 17:00 - 21:00(GMT+01:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *