Hátíðarhald: Stanley Samuelsen

01mai18:0023:59Hátíðarhald: Stanley Samuelsen

Um tiltakið

Vælkomin í 75 ára føðingardag hjá Stanley Samuelsen

Skráin
18:00 MÓTTØKA OG ÁBIT
19:00 KONSERT VIÐ STANLEY
20:00 RØÐA OG FELAGSSANGUR
21:30 STANLEY OG VINMENN
23:00 DANNY & THE VEETOS

Tiltakið er alment við ókeypis atgongd
Føroyahúsið hevur opið frá kl. 13:00 á degnum.

Stanley Samuelsen heldur konsert við framúrskarandi rødd og gittarspæli á sínum 75 ára føðingardegi.
Seinni á kvøldinum trína gestasangararnir og vinmenninir, Mourits L. Mohr og Njál Reinert Petersen, á pallin.

DANNY & THE VEETOS:
Ein av best dámdu føroysku bólkum við fólksligum popptónleiki.

STANLEY SAMUELSEN:
– føddur og uppvaksin í Fuglafirði
– tónleikari, gittarleikari, sangari, trubadurur, lagsmiður, týðari og yrkjari
– hevur búð niðri seinastu 56 árini
– spældi sum 13 ára gamal til dans við popp- og rokkbólkinum Silly Boys
– forsangari í Silly Boys og vunnu teir størstu føroysku tónleikakappingina í 1970
– hevur latið 12 tónleikaútgávur úr hondum
– hevur undirhildið á tónleikastevnum í mongum londum
– LO’s Kulturpris í 1992
– Listavirðisløn Miðlahúsins í 2008
– Ársins Tónleikaheiður á FMA í 2026
– í fjør komu út bókin Stanley, LP og fløga
– er fólkaogn í Føroyum og í Kringvarpi Føroya
– smíðað løg til yrkingar hjá skøldum sum Janus Djurhuus, Hans Andrias Djurhuus, Poul F. Joensen, Rasmus Effersøe, Mikkjal á Ryggi, Christian Matras, Jóannes Patursson, Andrass Samuelsen, Rikard Long, Jákup Dahl o.ø.

Stóra tøkk til

Stuðlar:
EYA
SPEKT
VISTIR
MUNTRA
ICE FOOD
HAVSBRÚN
BERGFROST
FØROYA BJÓR
PETUR LARSEN
EYSTURKOMMUNA
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA

Í samstarvi við:
Stanley Samuelsen, Merete Messmann, Annika Madsen og Føroyahúsið

Stigtakari og fyriskipari:
Edmund S. Jacobsen

Tíð

01/05/2026 18:00 - 23:59(GMT+00:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *