Gávur

Gávur til Føroyahúsið

Føroyahúsið er ein sjálvognarstovnur, ið hevur sum endamál at virka til gagns fyri allar føroyingar í Danmark. Okkara visjón er at skapa eitt livandi føroyskt rúm fyri einstaklingar og feløg.

Føroyahúsið fær eina árliga stuðulsjáttan frá Føroya Landstýri, og húsið skapar eisini inntøkur við at skipa fyri tiltøkum, og tá vit leiga hølini út. Við jøvnum millumbilum fær Føroyahúsið eisini peningagávur í sambandi við arv, jarðarferðir og annað. Hesar gávur eru vit serstakliga takksom fyri, og tær koma sera væl við hjá húsinum. Tann ið letur húsinum eina peningagávu kann í samráð við leiðaran vera við til at avgerða, hvat peningurin skal brúkast til.

Umhugsar tú at lata Føroyahúsinum eina peningagávu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. +45 31 17 48 68 ella at senda okkum ein teldupost til info@fohus.dk

Vinarliga

Føroyahúsið

Hevur tú tørv á hølum til títt tiltak?

Skulu tit hava skeið, fund ella annað, so er Føroyahúsið sera væl egnað til endamálið. Vit liggja einans 5 min frá høvuðsjarnbreytini, frá bussi, toki og metro.

Fundarhølið hevur alla vanliga AV-útgerð, og pláss er fyri 10-40 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.

Í stovuhæddini er ein stórur og rúmligur salur á 178 m2. Salurin er væl hóskandi til veitslur, brúdleyp, konsertir og onnur størri tiltøk. Salurin hevur alla vanliga AVútgerð, og pláss er fyri 130-150 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.