Skeið í føroyskum

Í heyst verður aftur gjørligt at tekna seg til skeið í føroyskum fyri vaksin. Talan er um tvey ymisk skeið. Annað er serliga ætlað teimum, ið longu duga føroyskt og hava gingið í føroyska fólkaskúlanum. Hitt er føroyskt á byrjanarstøði.

Føroyskt/føroyskt

Á føroyskt/føroyskt skeiðnum taka vit millum annað afturíaftur føroysku mállæruna og umrøða bæði eldri og nýggjari føroysk orð og hugtøk.

So hevur tú hug at gerast stinn/ari í føroyskum, og fáa betri innlit í okkara móðurmál, tekna teg til eitt livandi og hugnaligt skeið í føroyskum átta mikudagar í heyst og vetur.

Skeiðið byrjar 29. oktobur og verður aðru hvørja viku, frá kl. 18:00 – 20:00.
Ein steðgur er um jóltíðir, og so byrja vit aftur í januar.

Frálæran verður hesar mikudagar:

29. oktobur
12. novembur
26. novembur
10. desembur

14. januar
28. januar
11. februar
25. februar

Luttakaragjaldið, íroknað tilfar, er kr. 1.300,-

Tekna teg á info@fohus.dk í seinasta lagi 7. oktobur 2025, ella send eini smsboð á
tel. (+45) 31 17 48 68

Eisini ber til at tekna seg í Føroyahúsinum.
Selma Ellingsgaard stendur fyri frálæruni.

Danskt/føroyskt – Føroyskt á byrjanarstøði

Føroyskt á byrjanarstøði, danskt/føroyskt, er skeið ætlað teimum, ið ynskja at fáa eitt innlit í føroyskt og at læra føroysk orð, setningar og úttalu.
Dentur verður lagdur á grundleggjandi føroyskt, so sum stavraðið, tølini, úttaluna, navnorð og sagnorð, at lesa og skilja styttri og longri setningar, søguna og nýggjari føroysk orð.

Tekna teg til eitt livandi og hugnaligt skeið átta mikudagar í heyst og vetur.

Skeiðið byrjar 22. oktobur og verður aðru hvørja viku, frá kl. 18:00 – 20:00.

Ein steðgur er um jóltíðir, og so byrja vit aftur 7. januar.

Frálæran verður hesar mikudagar:

22. oktobur
05. novembur
19. novembur
03. desembur

07. januar
21. januar
04. februar
18. februar

Luttakaragjaldið, íroknað tilfar, er kr. 1.300,-

Tekna teg á info@fohus.dk í seinasta lagi 7. oktobur 2025, ella send eini smsboð á
tel. (+45) 31 17 48 68

Eisini ber til at tekna seg í Føroyahúsinum.
Selma Ellingsgaard stendur fyri frálæruni.

Hevur tú tørv á hølum til títt tiltak?

Skulu tit hava skeið, fund ella annað, so er Føroyahúsið sera væl egnað til endamálið. Vit liggja einans 5 min frá høvuðsjarnbreytini, frá bussi, toki og metro.

Fundarhølið hevur alla vanliga AV-útgerð, og pláss er fyri 10-40 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.

Í stovuhæddini er ein stórur og rúmligur salur á 178 m2. Salurin er væl hóskandi til veitslur, brúdleyp, konsertir og onnur størri tiltøk. Salurin hevur alla vanliga AVútgerð, og pláss er fyri 130-150 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.