Matartiltøk í Føroyahúsinum
Ræstur fiskur
Til teir vanligu døgurðarnar í Føroyahúsinum verður borðreitt við røstum fiski, eplum og garnatálg.
Harafturat fæst kaffi og søtt afturvið, og ofta verður skipað fyri onkrum innslagi. Tiltakið byrjar kl. 18:00. Kostnaður er 200 kr. Tilmelding er neyðug.
Tilmelding til matartiltøk fer fram við at senda teldupost til info@fohus.dk, eisini ber til at ringja á tlf. 31 17 48 68
Hevur tú tørv á hølum til títt tiltak?
Skulu tit hava skeið, fund ella annað, so er Føroyahúsið sera væl egnað til endamálið. Vit liggja einans 5 min frá høvuðsjarnbreytini, frá bussi, toki og metro.
Fundarhølið hevur alla vanliga AV-útgerð, og pláss er fyri 10-40 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.
Í stovuhæddini er ein stórur og rúmligur salur á 178 m2. Salurin er væl hóskandi til veitslur, brúdleyp, konsertir og onnur størri tiltøk. Salurin hevur alla vanliga AVútgerð, og pláss er fyri 130-150 fólkum – alt eftir stóla- og borðuppsetan.
