Føroyska Listafelagið í Danmark
Listafelagið varð stovnað í mai 1989 og hevur síðan tá havt sítt virki í Føroyahúsinum.
Endamálið við Listafelagnum er at halda lív í føroyskari list uttanfyri okkara heimligu breiddarstig – og at menna listina við at sýna hana fram fyri almenninginum. Øll eru vælkomin til ferniseringar, framsýningar og tiltøk sum Listafelagið skipar fyri.
Sum limur í Listafelagnum ert tú við í lutakastinum um tey listaverk, ið felagið ognar sær gjøgnum árið. Aðalfundurin verður hildin í mars og tá verða allir limir okkara bodnir við til fundar, lutakast og ein góðan bita.
Ynskir tú at gerast limur, kundi tú hugsa tær at sýnt fram í Føroyahúsinum, hevur tú eitt gott hugskot til eitt tiltak ella okkurt heilt fjórða, so set teg í samband við okkum á: listafelagid@outlook.dk
