Kvinnufelagið
Kvinnufelagið er eitt virkið, samansjóðað, livandi og sjónligt felag, sum heldur til í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn.
Í bókini “Tær ymsktu sær hús” (Christin Plate & Elsa Zakariasen, 2008) verður lýst, hvussu nakrar føroyskar kvinnur í apríl 1944 stovnaðu felagið við endamálinum at savna føroyskar kvinnur í Keypmannahavn – og aðrar kvinnur við tilknýti til Føroya til sosiala og mentanarliga samveru.
Í dag, eftir meira enn 80 ár, er endamálið tað sama – men samstundis víðkað til at fevna um avbjóðingar og møguleikar fyri kvinnur.
Endamál, kvinnufelagið arbeiðir fyri:
Javnstøðu og kvinnurættindi
At fremja javnbjóðis møguleikar hjá kvinnum – bæði í samfelagi og arbeiðslívi.
Mentan og siðvenja
At varðveita og menna føroyskar mentanarsiðvenjur, við serligum denti á leiklutinhjá kvinnuni.
Sosialur felagskapur
At skapa netverk, stuðul og trivnað millum kvinnur gjøgnum tiltøk, verkstovur og felagsløtur.
Kom og blív limur!
Vilt tú vera við at skapa felagsskap og røkja føroyska mentan í Keypmannahavn?
Í Kvinnufelagnum møtast vit til sosialar løtur, mentanarlig tiltøk og eitt sterkt netverk av kvinnum.
“Kvinnur saman – mentan, styrki og felagsskapur”
“Saman um framtíðina – við rótum? í Føroyum”
Tú kanst venda tær til okkum her:
Mail: kvinnufelag@gmail.com
Facebook: Kvinnufelagið á Facebook
