Vælkomin í Føroyahúsið
Føroyahúsið er eitt mentanarhús í Keypmannahavn, sum hevur til endamáls at miðla føroyska mentan og vera eitt samkomu- og tilhaldsstað fyri føroyingar og onnur, ið hava áhuga fyri føroyskari mentan og andaligum lívi.
Føroyahúsið er karmur um fjøllbroytt virksemi. Í húsinum er millum annað føroyskur dansur við felagnum Fótatraðk, kórsangur við Húsakórinum, Føroyska Listafealgið í Keypmannahavn, Kvinnufelagið v.fl. Harafturat heldur MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, til í húsinum.
Eisini er ein kaffistova, ið er opin mánadag og fríggjadag kl. 13.00 – 17.00, umframt tá tiltøk eru.
Føroyahúsið skipar m.a. fyri veitslum, fyrilestrum, tónleikaframførslum, pubbkviss, mentanarkvøldum og ymiskum barnatiltøkum. Sí kalendaran hjá Føroyáhúsinum har øll tiltøk verða skrásett.
Ovasti myndugleiki fyri Føroyahúsið er umboðsráðið, ið er skipað sambært galdandi reglugerð stovnsins. Ein starvsnevnd við fimm limum umsitur dagliga raksturin av húsinum. Landsstýrið setur tveir limir, kvinnufelagið velur ein lim, og umboðsráðið velur tveir limir til starvsnevndina.
Føroyahúsið hevur ein dagligan leiðara, ið verður settur av starvsnevndini, sum eisini ger starvssáttmálan.
Stovnurin fær árliga stuðulsjáttan frá landsstýrinum, men fær eisini gávur og ískoyti frá fólki og stovnum, ið hava áhuga fyri virksemi stovnsins. Á hvørjum ári verður ársfrágreiðing og roknskapur sendur mentamálaráðnum.