Útgávukonsert: TeleMama
13mai20:0023:59Útgávukonsert: TeleMama
Um tiltakið
Dyrnar lata upp: 18:00Konsertin byrjar: 20:00Kostnaður: 65,- + gebyr Keypið atgongumerki inni á Billetto gjøgnum leinkið niðanfyri:https://billetto.dk/e/telemama-billetter-1891580 ————————————————————————————- TeleMama er ein
Um tiltakið
Dyrnar lata upp: 18:00
Konsertin byrjar: 20:00
Kostnaður: 65,- + gebyr
Keypið atgongumerki inni á Billetto gjøgnum leinkið niðanfyri:
https://billetto.dk/e/telemama-billetter-1891580
————————————————————————————-
TeleMama er ein indie-rokkbólkur stovnaður í 2020. Fyrstu ferð, bólkurin framførdi á einum palli, var til Sement 2021, og móttøkan av bólkinum var stak góð. Í 2022 gav TeleMama fleiri stakløg út umframt eina EP við heitinum “le début”, og harumframt hevur bólkurin spælt hópin av konsertum – bæði í Tórshavn og runt um í Føroyum.
Summarið 2022 spældi TeleMama á G! og í 2023 á Tórsfest fyri at nevna nøkur hæddarpunkt.
Eftir summarið 2022 fluttu limirnir í TeleMama til Danmarkar í lestrarørindum og avtalað varð, at nú fór ikki at vera líka nógv tíð og orka at leggja í bólkin. Heldur enn at koyra land og ríkið runt at spæla konsertir skuldi orkan nú heldur leggjast í at menna fyrstu heildarútgávuna, har dentur skuldi leggjast á egið tilfar við hægri góðsku og gjøgnumførslu enn áður.
Nú eru limirnir í TeleMama erninr av at kunna kunngera, at teir eru klárir við fyrstu heildarútgávuni og koma at spæla sína fyrstu konsert í longri tíð í Føroyahúsinum – stutt áðrenn heildarútgávan verður útgivin.
Á útgávuni vera tilsamans 10 løg, ið vísa bæði á ta tónleikaligu menningina hjá bólkinum, men við sama íblástri frá indie-rokkinum í 00’unum við bólkum sum The Strokes og Arctic Monkeys. Løgini snúgva seg um ungdómin, kærleika og samtíðina, umframt hvat Óli nú einaferð hevur havt hug at skrivað um.
Limirnir í TeleMama eru Óli Joensen, Hendrik Jacobsen, Dan Eyðun Karbech Saxov og Ørvur Argenziano Hentze.
Tíð
13/05/2026 20:00 - 23:59(GMT+00:00)
