Føroyska Listafelagið bjóðar til fernisering

23aug14:0016:00Føroyska Listafelagið bjóðar til fernisering

Om arrangementet

Føroyska Listafelagið bjóðar til fernisering við listakvinnunum Josefinu Smith og Anniku Smith í Føroyahúsinum, sunnudagin 23. august kl. 14:00 – 16:00

Um listakvinnurnar:
At úttrykkja seg visuelt hava møðgurnar Josefina Smith og Annika Smith til felags. Annika greiður frá, at listin altíð hevur fylt nógv í teirra familju.
Josefina Smith fer at vísa fram A3-tekningar av sínum knastaverum, sum fáa hana at flenna í kíki. Hesar verurnar búgva í gólvinum bæði heima hjá henni sjálvari og í summarhúsinum hjá dóttrini Anniku, fortelur Josefina.

Annika Smith sigur frá: “Fyri meg er tað at mála ein máti at fáa heimin at flyta seg spakuligari. Vakurleikin í føroysku náttúruni – og ikki minst friðurin, ið finst har – stendur í sterkari andsøgn til tað skundmikla býarlívið í Keypmannahavn. Júst tann mótsetningurin gevur mær íblástur”. Mosi, tari, steinar, fjaðrar, plantur og smáar stríðsharðar blómur, sum liva sítt stilla lív uttan tørv á at verða sæddar ella hoyrdar. Tað er henda kenslan av at hoyra saman við tí heilt smáa, sum kortini er størri enn vit sjálvi, ið Annika vónar, at málningar hennara kunnu minna um.

Listafelagið bjóðar eitt glas og ein munnbita, og bjóðar øllum til eina áhugaverda og hugnaliga løtu.

Minnist til at fylgja Listafelagnum á facebook og instagram, har felagið javnan dagførir við kunning um listafólk, framsýningar og tiltøk:
www.facebook.com/profile.php?id=100093570135418
www.instagram.com/listafelagid_dk/

Tidspunkt

23/08/2026 14:00 - 16:00(GMT+00:00)

Indsend Kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *