Mánadagin, 10. august kl. 13:00, letur Kaffistovan uppaftur. Opið er til kl. 17:00
Opið er mánadagar og fríggjadagar kl. 13:00 – 17:00
Góður drekkamunnur og heimabakað køka er til keyps.
Vit selja eisini eitt úrval av góðu Norðfrá fiskavørunum, dygdargóðum øli og Sisu frá Føroya Bjór, umframt ymiskt søtmetið, skipskeks og Ty-Phoo te frá IceFood.
Vit hava føroysk bløð, alskyns borðspøl og internetið er gott.
Ver hjartaliga vælkomin á gátt í hugnaligu bláu húsunum á Vesterbrogade 17A – og kenn teg sum heima.