Ólavsøkuhaldið, 28. juli 2026: Bogi Róin Magnussen heldur ólavsøkurøðuna

28jul15:3016:00Ólavsøkuhaldið, 28. juli 2026: Bogi Róin Magnussen heldur ólavsøkurøðuna

Om arrangementet

Tað verður Bogi Róin Magnussen, ið heldur ólavsøkurøðuna í ár.
Bogi er uppvaksin í Føroyum og sleit barnaskógvarnar uppi á Dunga við Dalavegin. Hann gekk í Kommunuskúlanum og seinni í Hoydølum, áðrenn leiðin gekk til Danmarkar.
Í Keypmannahavn tók hann kandidatprógv í samskifti á Roskilde Universitet. Eftir 17 ár á flatlondum er hann í dag sjálvstøðugur konsulentur og hjálpir fyritøkum at finna røttu fólkini til lyklastørv.
Bogi býr við vøtnini á Frederiksberg saman við konu síni og tveimum børnum teirra. Hóast honum dámar væl at búgva mitt í býnum, leita tankarnir ofta til Føroya, heimið norðanfyri, har foreldur og systkin búgva.
Bogi flytur fram røðuna kl. 15:30 – Øll eru hjartaliga vælkomin

Tidspunkt

28/07/2026 15:30 - 16:00(GMT+00:00)

Indsend Kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *