26. oktobur: Skapandi verkstova fyri børn kl. 15:00

Leygardagin, 26.10.24 kl. 15.00 skipa vit aftur fyri barnatiltaki í Føroyahúsinum

Vit tekna og mála, líma, klippa og klistra og hugna okkum saman 🙂
Skilagott er at vera í klæðum, sum tola at fáa onkran málingablett.

Øll børn eru so hjartaliga vælkomin saman við foreldrum, ommum og abbum ella øðrum avvarandi.
Selma Ellingsgaard stendur fyri tiltakinum.

Verkstovan er frá kl. 15:00 til 17:30

Vit gleða okkum at síggja tykkum til enn eina kreativa, stuttliga og hugnaliga løtu saman.