29. septembur: Skapandi verkstova fyri børn

Barnatiltak

Sunnudagin, 29.09.24 kl. 15.00 skipa vit aftur fyri barnatiltaki í Føroyahúsinum.

Tiltakið er ókeypis – og vit tekna og mála, líma, klippa og klistra.
Skilagott er at vera í klæðum, sum tola at fáa onkran málingablett.

Øll børn eru so hjartaliga vælkomin saman við foreldrum, ommum og abbum ella øðrum avvarandi. Selma Ellingsgaard stendur fyri tiltakinum.

Vit byrja kl. 15:00

Vit gleða okkum at síggja tykkum til enn eina kreativa, stuttliga og hugnaliga løtu saman.