21. oktobur: Lesibólkurin byrjar aftur mánakvøldið, 21.10. kl. 17:30

LESIBÓLKURIN Í FØROYAHÚSINUM

Nú heystið av álvara er komið, byrjar læruríki og gevandi lesibólkurin í Føroyahúsinum aftur. Í lesibólkinum lesa vit bókmentir, ið eru skrivaðar á føroyskum, viðgera føroysk evni, ella hava við Føroyar at gera á einhvønn hátt.

Í høvuðsheitum lesa vit upprunatilfar á føroyskum, bæði eldri og nýggjar bókmentir. Talan er bæði um skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar, yrkisbómentir við meira.

Øll eru hjartaliga vælkomin í lesibólkin, ið er annan hvønn mánadag frá kl. 17.30 – 19.30. Sí kalendaran á heimasíðu okkara fyri nærri kunning um datoir.

Tað er ókeypis at vera við, og tú kann senda ein teldupost á info@fohus. dk ella ringja ella senda smsboð á 28 35 33 07, um tú vil vita meira, ella hevur hug at tekna teg at vera við í lesibólkinum.

Vit byrja aftur mánakvøldið 21.10.24, har vit lesa nýggja stuttsøgusavnið hjá Katrini Ottarsdóttir, 7 søgur, ið júste er komið úr prentsmiðuni. Bókin kann keypast í Føroyahúsinum til sera sámuliga kostnaðin á 200,-

Soleiðis skrivar Sprotin, ið hevur givið út savnið um 7 søgur:

7 søgur lýsa tilverur á mótinum millum veruleika og hugflog.

Lýsa skiftið millum veruleika og annan heim. Lýsa raffineraðan fanansskap, sum verður avdúkaður av óvart. Evnini eru sjaldsom og forvitnislig. Øll eru stødd í støðum, tey vilja loysa seg úr.

Fólk, sum vantrívast í parlagi, konufólk, ið jagstra vakurleikan við botox, lívstrá, ið ikki vil doyggja saman við følnandi kroppum, svartsjúka millum kynsliga lokkað børn, tann nøtrandi hevndin hjá forsmáddu konuni.

Undir einstøku gerðini býr altíð okkurt, og kraftin er mangan í tí, ið ikki verður nevnt. Evnið er grundarlagið, og tá ið vanliga gongdin onkursvegna verður skeiklað, fær tað týdning og setur gongd á aðrar tankar og margháttligar sansingar.

Katrin kemur á rithøvundavitjan at tosa um nýggja savnið mikukvøldið 05.12.24 kl. 19.00. Tiltakið er alment og ókeypis, og meir kunning kemur seinni.