11. oktobur: Mentanarnátt

Aftur í ár letur Føroyahúsið dyrnar upp á mentanarnáttini.
Vit bjóða bótarsúpan, kórsang, film, føroyskan dans, barr, søtt og hugna.
Dyrnar lata upp kl. 17:00
Húsakórið framførir kl. 18:30
Tónleikaframførslan við Benjamini Rajani verður kl. 20:30
Fótatraðk skipar føroyskan dans kl. 21:30

Filmar verða sýndir í umferð alt kvøldið í skúlastovuni, og teir eru:

Perlan (2021)
Longd: 7 min
Leikstjóri: Terji Mohr

Árið er 1994, og Føroyar eru mitt í einari fíggjarligari katastrofu. Føroysku fiskastovnarnir eru farnir niður í nærum eina helvt. Hóast tíðirnar eru myrkar, so dríva tveir útróðrarmenn, Jákup og Hans, enn á. Meira tilkomni Hans situr til róðurs, meðan yngri Jákup hálar eitt fiskinet uppá dekkið. Í hesum lítla og ónøktandi fonginum, fær Jákup eyga á ein skeljafisk, og innan í liggur ein stór bjørt skínandi perla, hon skínur, sum var hon frá eini aðrari verð.

VER HER (2021)
Longd: 21 min
Leikstjóri: Maria Winther Olsen

VER HER snýr seg um at møtast í skilnaðinum. Um einsemi í tveyseminum. Ein kærleikssøga um at deila, fáa, missa, ivast, vilja og ikki vilja hvønn annan. Ein løtumynd, tá Kristian & Dánjal fara frá hvørjum øðrum aftaná 7 ár.

Filmurin bleiv tikin upp í januar 2021 við einans teimum báðum leikarunum, Búa Egason Dam og Mike Viderø, fotografinum Rógva Rasmussen og leikstjóranum Mariu Winther Olsen.

Tokskinnarin (2022)
Longd: 8 min
Leikstjóri: Terji Mohr

Lítli Óli skal til tannlækna at fáa tann boylan, sum mamman metir, hann hevur brúk fyri. Tá vit koma inn á tannlæknastovuna finna vit tó skjótt útav, hetta er alt annað enn ein vanlig mannagongd. Óli skal í gjøgnum fleiri ótespiligar spurningar, sum fara heilt undir húðina á honum.

  • Kom inn í Føroyahúsið og fá ein bita av føroyskari mentan í hjarta Keypmannahavnar.

Danskt:

Igen i år slår Føroyahúsið dørene i det blå hus op til kulturnatten.
Vi byder på færøsk traditionel suppe, korsang, færøsk dans, film, bar med færøske drikkevarer, sødt og hygge.

Det færøske kor, Húsakórið, optræder kl. 18:30
Benjamin Rajani spiller sine smukke sange denne aften kl. 20:30
Færøsk dans med Fótatraðk er kl. 21:30

Hele aftenen bliver der vist færøske kortfilm i skolestuen på første sal.

  • Kom ind i Føroyahúsið og få en bid af færøsk kultur i selve Københavns hjerte.