11 oktobur: Benjamin Rajani, konsert mentanarnáttina

Benjamin Rajani er ein føroyskur singer-songwriter, ið skrivar nemandi yrkingar og fangandi løg. Tónleikurin er eyðkendur av norðurlendskum sorgblídni við íblástri frá millum øðrum Sigur Rós og Neil Young.

Í ummæli av konsert hansara á G! Festivalinum í 2023, skrivar KVF: “Benjamin hevur veruligan X-factor, ið er trupul at seta orð á… eitt huglag, ein sjarma og ein grundleggjandi musikalitetur.”

Benjamin gevur út debut heildarútgávu sína næsta ár, og fyrsta staklagið av útgávuni er longu givið út.

Næsta staklagið “Mánakvøld” verður givið út 11. oktobur – á sjálvari mentanarnáttini.