Kvinnudagurin 8. mars 2020

Góðu limir – vit hittast í føroysku kirkjuni,Hans Egede kirkju, Vardegade 14 Kbh Ø!

Skrá:

kl 10.30 Brunchur við øllum góðum, incl. kaffi, te og juice

Kl 12.00 Hvussu tvær føroyskar kvinnur arbeiða við nýskapan, sniðgeving, burðardygd og eru umhvørvisvinarligar í virksemi teirra.


Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, sniðgevið og listakvinna:

Ragnhild arbeiðir viðat gagnnýta føroysku ullina, sum í stóran mun verður burturbeind. Hetta ger
hon gjøgnum at granska teir liðir, ið hava við tilfarið og tilgerð at gera.
Ragnhild hevur endurhugsa menningarmegina í hesum tilfeingi, við at seta tað í samanhangir vit ikki eru von at síggja. Td. Hevur hon vovið stóru listpríðingina ”Hellan og Gjógvin” til fyrilestrarsalirnir í Glæsir. Eisini hevur hon gjørt toyvirkið til matstovuna Noma, og gólvteppir til Løgmansskrivstovuna.
Ragnhild kemur at greiða frá um sítt arbeiði, umframt hvussu hon arbeiðir við burðardygd.

 

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe, sivilverkfrøðingur og íverksetari:
Heiða greiðir okkum frá hvussu lívið vendist á einum tallerki tá ið hon byrjaði fyritøkuna DropBucket Aps ímeðan hon las til sivilverkfrøðing á DTU.
Hon kemur eisini at greiða frá teirra nýstartaðu fyritøku SEGEL Aps, ið framleiðir eitt funktionelt taskukonsept sum fær fólk at liva umhvørvisvinarligt og minka um plastikposar í gerandidegnum.
Innovatión kann ávirka bæði rusk á festivalum og gerandislívið í stórbýum.        

Tilmelding í seinasta lagi mikudagin 4. mars hjá Maritu, tlf 21381734, mail maritabau@gmail.com kostnaður kr 130.- fyri limir og kr 160.- fyri gestir.   Vín og boblir kunnu keypast.
Gleða okkum til at síggja tykkum.
Allar Kvinnur eru vælkomnar

Blíðar heilsur, nevndin