Tann Føroyski Jólabasurin í Keypmannahavn

Basarurin er ein sjálvstøðug eind í samstarv við Kvinnufelagið, Føroyahúsið og einstaklingar í og uttanfyri Keypmannahavn.

Endamálið er at savna pening til vælgerandi arbeiði. Yvirskotið fer til familjur, børn og ung í Føroyum, sum eru í torførum støðum. Basarurin stuðlar eisini, at føroysk mentunarlig tiltøk, t.d. sjónleikir og tónleikur kann framførast í Keypmannahavn.

Jólabasarurin verður hildin í Føroyahúsunum eitt vikuskifti í november. Dentur er lagdur á at selja dygdargóðar føroyskar vørur, so sum bundin pløgg, pútur, listahandverk, føroyskan mat, øl og snaps og aðrar gloypubitar. Eisini at fólk kunnu hugna sær í kaféini, práta saman og lurta eftir tónleiki.

Arbeiðið verður útint av sjálvbodnum, ið binda, seyma ella lata lutir til jólabasarin. Fleiri fyritøkur í Føroyum lata eisini til basarin.

Á sjálvum basardøgunum eru eini 40-50 fólk virkin við at selja vørur, smyrja bollar, gera kaffi, servera, pynta hølini, pakka rullupylsu, baka drýl o.s.fr. Tónleikarar spæla og syngja.

Ábyrgd av áhugafelagnum hava