Yvirnatúrligu Føroyar

29okt17:3022:00Yvirnatúrligu Føroyar

Um tiltakið

Kvinnufelagið bjóðar til sera áhugavert tiltak í Føroyahúsinum:
Yvirnatúrligu Føroyar – eitt kvøld við søgum og pátrúgv

Kom og uppliv eitt serligt kvøld, har vit seta ljós á tað yvirnatúrliga í Føroyum – dulda vísindi, mátt og søgur, ið hava fylgt okkum í øldir.

Vit fara at kanna søgur og frásagnir um huldufólk, dreymar og upplivingar, har fólk hava sæð ella kent nakað, ið ikki kann greiðast við vanligum orðum. Vit deila pátrúgv, siðvenjur og søguligar frásagnir, sum framvegis hava týdning fyri okkara mentan.

Tiltakið er eisini ein møguleiki at spegla okkum í okkara egnu rótum – at hoyra, endurgeva og geva víðari søgur, ið hava verið ein partur av okkara samleika gjøgnum tíðirnar.

Lat teg draga inn í heimar, har veruleiki og duld megi møtast.

Frásøgufólk er Durita Holm

Durita Holm er úr Sandoynni og hevur bæði røtur og ævintýrhugin við sær í sínum verkum. Hon er útbúgvin antropologur og hevur búð fleiri ár í Andalusia í Spania, har hon fann íblástur til sínar bøkur.
Durita er ein lívlig rødd, sum dugir at fáa okkum at síggja heim okkara – og okkum sjálvi – við nýggjum og kanska við sindur yvirnatúrligum eygum.
Hon hevur skrivað bæði ferðabøkur og krimisøgur – m.a.; Ferðin um bláu gongustjørnuna, Á smølum andalusiskum gøtum, Offurmorðið og Zapatista, har ofta er eitt sindur av yvirnatúrligum dámi at finna.

Umframt at skriva, arbeiðir Durita eisini við mindfulness og sjálvsmenning, og hon brennur fyri at deila sínar royndir og sín hugburð við onnur.

Skrá:

Kl. 17.30: Dyrnar lata upp og barrin er opin
Kl. 18.00 – 21:30:
– Forkvinnan bjóðar vælkomin og gevur eina stutta innleiðslu
– Kvøða “Huldugentan” – 8 tey fyrstu ørindini (tit kunnu læra tykkum ørindini)
– Borðreitt verður við grýturætti – “svarta grýta” og lekrum tilhoyri
– Frásøgufólk Durita Holm
– Søgur frá limum og gestum, kaffimunnur/kaka afturvið
– Forkvinnan rundar av

Kostnaður fyri limir: kr. 245,00
Fyri onnur: kr. 295,00
Meldið tykkum til á mail: kvinnufelag@gmail.com í seinasta lagi: 22. oktobur 2025
Avmarkað pláss – ”Først til mølle”

Treytir fyri luttøku:
Tilmelding er fyrst galdandi, tá gjaldið er móttikið. Tá tú hevur goldið, er tilmeldingin bindandi.
Upphæddin skal gjaldast á Reg: 4190 Kontonr.: 1069608 ella MobilePay: 956941 (minst til at skriva navn á)

Vit síggjast

Blíðar heilsanir

Kvinnufelagið

Tíð

29/10/2025 17:30 - 22:00(GMT+01:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *