Hósdagin 11. september kl. 18:00 til 20:00 letur Føroyahúsið dyrnar upp til eitt spennandi og upplýsandi kvøld fyri øll, sum hava ein áhuga í at byggja hús. Arkitekturin Hávarður Olsen, stovnari av Olsen Arkitekter, fer at greiða frá, hvussu tú kemur í gongd við at byggja títt egna heim.
Hann deilir bæði praktiskar royndir og tú fært møguleika at seta spurningar aftaná fyrilesturin. Olsen Arkitekter hava seinastu 9 árini míðvíst arbeitt við sethúsum og hava serkunnleika innan sethúsabygging í bæði Danmark og Føroyum.
Føroya Banki kemur at hugna um við kaffi, sodavatni, øli, køkum og chips – og skapar karmar um eitt hugnaligt kvøld við práti og góðum stemningi.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!