Pallborðsfundur í Føroyahúsinum

11nov19:0022:00Pallborðsfundur í Føroyahúsinum

Um tiltakið

Føroysk sjónarmið um danskan kommunupolitik

Hvussu ávirkar kommunupolitikkur føroyingar í Danmark?
Kom og luttak, tá vit seta sjóneykuna á føroysk viðurskifti í Danmark í sambandi við kommunuvalið.

Á pallinum møtast:
• Jóhannes Miðskarð, uppstillaður til kommunuvalið í Keypmannahavn
• Anja Helen Holtze, uppstillað til kommunuvalið í Ballerup
• Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS)
• Føroyska Ráðgevingin

Vit fara at viðgera evnir sum:
• Bústaðarviðurskifti fyri føroyingar í Keypmannahavn
• Møguleikar fyri móðurmálsundirvísing til børn
• Hvussu kommunur kunnu stuðla MFS og Føroysku ráðgevingini
• Atgongd til ráðgeving, sosialar tænastur og kommunala hjálp

Tiltakið gevur møguleika at hoyra sjónarmið, seta spurningar og luttaka í kjaki.

Dyrnar lata upp kl. 19:00
Pallborðsfundurin byrjar kl. 19:30

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði føroyingar og onnur, sum hava áhuga í felagsskapinum og politisku viðurskiftunum.

Tíð

11/11/2025 19:00 - 22:00(GMT+01:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *