Sera spennandi og leskilig matskrá við trimum rættum: – Rækjublandi – Moskusoksasteik við eplum og brúnari sós, brúnkaðum eplum og salati. – Kaffi, te og onkrum søtum omaná.
Kostnaður einans kr. 295,- Limir rinda kr. 250,- Avmarkað atgongd. Við í kostnaðinum er ein durasnapsur ella ein øl/sodavatn/vatn.
Atgongumerkið fáa tit við dyrnar, og er tað samstundis ein lutaseðil við hópin av spennandi vinningum frá millum øðrum: Atlantic Airways, Smyril Line og Icefood, fyri at nevna nakrar av vinningunum.
Vinaliga flyt gjaldið á mobilepay: 77087 og skriva tekstin: 18 okt.
Hevur tú ikki mobilepay, ber til at flyta peningin á konto í Danske Dank: Reg.nr.: 1551 – Kontonr.: 16874892 Viðmerk: 18 okt. og navn títt.
Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin, 13. oktobur.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit gleða okkum at síggja tykkum til eitt stak hugnaligt kvøld.