Hvønn mánadag og fríggjadag frá kl. 13:00 til 17:00 er hugnaliga kaffistovan opin.
Komið innar og njótið okkara deiligu heimabakaðu køku afturvið einum góðum
Um tiltakið
Hvønn mánadag og fríggjadag frá kl. 13:00 til 17:00 er hugnaliga kaffistovan opin.
Komið innar og njótið okkara deiligu heimabakaðu køku afturvið einum góðum te- ella kaffimunni. Eisini hava vit eitt úrval av kendum bretskum søtmeti, so sum caramel, club, cowboy keks og grønum keks. Vit selja dygdargóðan føroyskan fisk frá Nordfra Danmark; knettir, frikadellur, raspað flak og bæði ræstan- og turran fisk. Og ikki at gloyma. so hava vit eitt stórt og gott úrval av framúr góða ølinum, ið Føroya Bjór borgar fyri.
Tú kanst lesa føroysk bløð og eisini eru fleiri ymisk borðspøl at stytta sær stundir við. Internetið er sera gott og her er rúmsátt, so tað er lag á manni hjá lesandi at sita her og arbeiða í hugnaligu hølunum.