Ársins dansiveitsla í Danmark, verður hesaferð í Kongsins Keypmannahavn.
Veitslan verður hildin í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A, sum er eitt hanagleiv frá
Um tiltakið
Ársins dansiveitsla í Danmark, verður hesaferð í Kongsins Keypmannahavn.
Veitslan verður hildin í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A, sum er eitt hanagleiv frá Høvuðsjarnbreytarstøðini.
Skrá: kl 18:00: Dyrnar lata upp, og durasnapsur verður skonktur kl 19:00: Farið verður til borðs, og borðreitt verður við fiskasuppu. – Undir borðhaldinum verður felagssangur og okkara trúgvu musikantar spæla undir. kl 22:00: Verður farið uppá gólv.
Hvørt felag fær høvi at seta eitt kvæði á skránna. Eftir tað er orðið frítt. Okkara kæru vinir í Føroyahúsinum standa innan fyri barrina. Meldið til umvegis tykkara dansifelag: Aalborg: Dansifelagið Magnus Heinason Aarhus: Dansifelagið Ólivant Odense: Dansifelagið Miðgarðsormurin Keypmannahavn: Dansifelagið Fótatraðk Luttøkugjaldið er 125 kr.