Einrøðuleikurin Lortið (La Merda) í Føroyahúsinum
09nov15:0018:00Einrøðuleikurin Lortið (La Merda) í Føroyahúsinum
Um tiltakið
LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli kann nú upplivast í føroyskari pallseting í Føroyahúsinum og í Bonne Espérance. Einrøðuleikurin LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian
Um tiltakið
LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli kann nú upplivast í føroyskari pallseting í Føroyahúsinum og í Bonne Espérance.
Einrøðuleikurin LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli er eitt modernað, samtíðar evropeiskt verk, sum djarvt, listaligt, groteskt, stuttligt og fantasifult spælir seg fram til eina ræðandi og forvitnisliga dystopi, sum Leikhús SKIFT og GUT//productions gleða seg til at vísa á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.
Atgongumerkir Føroyahúsið: https://billetto.dk/e/lortid-la-merda-billetter-1689789
Á heysti 2023 var LORTIÐ (La Merda) frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Síðani hevur leikurin verið á leikferð í Føroyum og á heystið 2024 var leikurin sýndur á Teatret Møllen í Haderslev.
Unga kvinnan á pallinum kýtur seg við øllum hon eigur og hevur í sær, men veit ikki sjálv av, at hennara egna kvinnuideal og sjálvshatur eru um at gera av við hana. Við eldhugaðum offurvilja, full av orku, longsli, vreiði, sorg og eini naivari trúgv uppá, at hon fær sukse, um hon bert er tilreiðar at offra og gera tað sum skal til, letur hon orðini floyma niður í eina mikrofon og út yvir áskoðararnar, alt meðan hon sannførir seg sjálva, og tey sum lurta, um, at bara hon kýtur seg, er djørv og etur eyðmýkingarnar í seg, so skal hon nokk klára tað – MEYKA DA. Í einum forbrúkarasamfelag, ið er fongt av søguligari valdsójavnvág millum rík og fátøk, menn og kvinnur, sterk og veik – forbrúkarasamfelagið har øll liggja undir fyri onkrum.
Leikurin er eitt sorgarkvæðið, ið nertur við eina røð av teimum viðurskiftum, sum koma til sjóndar í einum samfelag har klassisku strukturarnir eru við at fara í upploysn – og fylgjurnar av strukturellu samfelags broytingum eru, at vit fáa eitt vaksandi prækariat av fólki, sum aldri fáa fóta sær í eini fastari arbeiðstilveru, ið hevur so stóra ávirkan á samleika, fíggjarviðurskifti, status, møguleikar og frælsi hjá tí einstaka.
Tað er Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar og hevur umsett leikin til føroyskt. Leikurin verður spældur á føroyskum, meðan eingilskir undirtekstir verða vístir.
Longd: 65 minutter. Aldursmark: 16 ár
LORTIÐ (La Merda) verður eisini spældur í framvísingarhølunum Bonne Espérance á Dybbølsgade 12, 7. novembur kl. 20.00 og 8. novembur kl. 18.00. – Atgongumerkir Bonne Espérance: https://billetto.dk/e/lortid-la-merda-billetter-1690962
Luttakarar:
Tulking: Durita Dahl Andreassen
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard
Tekstur: Cristian Ceresoli
Umseting: Marita S. Dalsgaard
Rúm: Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen
Ljós: Súni Joensen
Grafikkur: Kirstin Helgadóttir
Útgerð og tøkni: Steingrund
Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Smyrsl: Billa Jenny Jónhardsdóttir.
Framleiðsla: GUT//Productions og Leikhús SKIFT í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions
Brot úr ummælum:
Far! Tit mugu síggja hetta bragdið av einum leiki, sum er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard og tulkaður á palli av Duritu D. Andreassen. Nakinleikin, einsemið og konfrontatiónin eru alt partar av einum lýsandi, progressivum samtíðarlistaverk.
Kinna Poulsen, Listaportal.com 13. okt 2023
Hetta er ein stór listarlig uppliving, men eisini ein kenslulig uppliving, bæði grotesktog í løtum sárbart, og enntá stuttligt.
Leikurin setur kvinnukúgan í okkara samfelag á ein piedestal og setur kastljós á hann (…) Hetta er faktiskt ein varði í føroyskari leiklist, ið øll, ið dáma leiklist mugu uppliva. Toymið handan leikin kunnu vera so ómetaliga errin, takk fyri tykkum!
Niels Uni Dam, facebook 12.10.2023
Hetta er á heilt ótrúliga høgum støði og ótrúliga stór list Niels Uni Dam, Vágskálin KvF, 18.10.2023
Tað sterka í leikinum er kroppurin, sum manifestatión og ritual. Ræðandi og innbjóðandi.
Birgir Kruse, Birkblog.blogspot.com 11.10.2023
Eg eri faktiskt ordiliga rørd, tí hetta var eitt ramaskríggj frá einari ungari kvinnu, sum eg haldi faktiskt, at eg kenni meg aftur í.
Gunnvá Zachariasen, Vágskálin KvF 18.10.2023
Eg bleiv still. Og fyrst og fremst var tað ein framúrskarðandi prestatión
Gulla Øregaard, Vágskálin KvF 18.10.2023
Lortið fær fimm stjørnur frá mær. Høgni Djurhuus, Sosialurin 20.10.2023
Tá frumsýningin var liðug hóskvøldið, var klappað í meira enn tríggjar minuttir og blómutyssi vóru handað. Tað løgna hendi so, at tá alt var av, fór eingin á føtur. Fólk vóru sitandi. Undrandi og still.
Vágskálin KvF 18.10.2023
Um upprunaligu uppsetingina av La Merda eftir Cristian Ceresoli:
LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli hevur vunnið hópin av altjóða prísum og viðurkenningum. Leikurin setur á breddan samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu í einum forbrúkarasamfelag, har menn søguliga hava havt maktina.
LORTIÐ (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við sjónleikarinnuna Silivu Gallerano og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall.
Tá ið LORTIÐ (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin var róptur eitt leiklistaligt fenomen og hevur síðani spælt í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum.
Tíð
09/11/2025 15:00 - 18:00(GMT+01:00)
