Pubbkviss

03okt(okt 3)13:0004(okt 4)2:00Pubbkviss

Um tiltakið

Fríggjakvøldið, 3. oktobur 21:00 er pubbkviss aftur á skránni.
Kaffistovan letur upp kl. 13:00 – og Føroyahúsið verður opið allan dagin og kvøldið við.
Frá kl. 19:00 ber til at keypa eina lætta og leskiliga máltíð fyri lestrarvinaligan kostnað.

Til tykkara kunnleika, so hava vit føroysk bløð og fleiri borðspøl at stytta sær stundir við.
Internetið er gott, so tað er eisini lag á manni hjá lesandi at sita og arbeiða í hugnaligu hølunum.

Selma Ellingsgaard er kvissvertinna hetta kvøldið, og stendur fyri hugfloygdu, stuttligu og fjøltáttaðu spurningunum, ið bjóða vitan tíni um m.a. politikk, ítrótt, tónleik, mentan og landalæru av.
Øll eru so hjartaliga vælkomin og vit gleða okkum at síggja tykkum! 😊

Tíð

03/10/2025 13:00 - 04/10/2025 2:00(GMT+02:00)

Submit a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *