Týskvøldið 08.02.22 borðreiða vit loksins aftur við røstum fiski og vafflum, kaffi og te.
Farið verður til borðs kl. 18.00, men dyrnar eru opnar frá kl. 13.00.
Kostnaður fyri veðran er 175,-
Tilmeldan í seinasta lagi 07.02.22 kl. 16.00 á info@fohus.dk ella við at ringja á tlf: 28 35 33 07.
Upplýs navn og eftirnavn og tal á teim, ið koma.
Goldið verður sum vant, tá tit koma.
Vit taka ikki reiðan pening, men kort og MobilePay.
Um tú hevur teknað teg til døgverðan, og fær forfall, skal tú gera vart við hetta í seinasta lagi, mánadagin 07.02.22 kl. 16.00.
Um hetta ikki verður gjørt verður neyðugt at biðað um gjald fyri døgverðan.
Sertilboð er uppá jólabryggj frá Føroya Bjór á 30 kr. stk. hetta kvøldið.
Vanligur prísur er 40 kr. Eftir døgverðan verður stuttfilmurin, ið er 25 min til longdar, 10-mannaførini 2021, sum Edmund S. Jacobsen eigur hugskotið til og hevur framleitt vístur.
Um filmin verður skrivað á KVF:Trý 10-mannafør vóru við í 2021: Havnarbáturin, Ormurin Langi og Klaksvíkingur.
Hesin stuttfilmur er tikin upp í juli 2021 og vísur á venjingar umborð og á rógvarar, sum fortelja sínar søgur.
Um samanhald og gleði, um at vinna og at tapa.
Bara tvey brot úr tveimum stevnum eru í filminum.
Hugskot og framleiðsla: Edmund S. Jacobsen.
Vit gleða okkum at síggja tykkum